Útreiðslurnar í almennu fyrisitingini hækkaðar 8 prosent

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár vóru útreiðslurnar í almennu fyrisitingini 192 milliónir krónur. Sama tíðarskeið í fjør vóru útreiðslurnar 178 milliónir krónur. Útreiðslurnar í heilsu- & almannaverkinum eru hækkaðar 11 prosent

Grækaris Djurhuus Magnussen


Sambært seinastu hagtølunum hjá Hagstovu Føroya vaksa útreiðslurnar í almennu fyrisitingini við nógvari ferð. Støðan er tann sama á heilsu- og almannaøkinum. Eisini har hækka útreiðslurnar skjótt.

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár eru útreiðslurnar í almennu fyrisitingini hækkaðar við 8 prosentum, ella 14 milliónum krónum. Fyrstu fýra mánaðirnar í fjør vóru útreiðslurnar í almennu fyrisitingini 178 milliónir krónur, og í ár er hetta talið so komið upp á 192 milliónir krónur.

Í almennu fyrisitingina verður roknað við kommununum, statinum (prestar, dómsvald o.l.), og síðani tær útreiðslur, ið fara umvegis Føroya Gjaldstovu (m.a. miðfyrisitingin).

Í alt fjør vóru útreiðslur í almennu fyrisitingini 548 milliónir krónur. Verður gongdin tann sama, tað sum eftir er av hesum árinum, sum fyrstu fýra mánaðirnar í ár, fara samlaðu útreiðslurnar í 1997 at liggja um 590 milliónir krónur, ella slakar 600 milliónir krónur.


Almannaverkið hækkað 11%

Í heilsu- og almannaverkinum er gongdin á leið tann sama, sum í almennu fyrisitingini. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár hækkaðu útreiðslurnar við 11 prosentum, ella 16 milliónum krónum. Samlaðu útreiðslurnar hetta tíðarskeiðið vóru 156 milliónir krónur.

Í fjør vóru útreiðslurnar í heilsu- og almannaverkinum 140 milliónir krónur fyrstu fýra mánaðirnar.