Útnorðurráðið stóran týdning fyri Føroyar

Vit eru partur av útnorðurfamiljuni, sigur Kári P. Højgaard, annar varaformaður í útnorðurráðnum.

Í hesum døgum eru júst 30 ár liðin, síðani føroysk, grønlendsk og íslendsk tingfólk av fyrstan tíð hittust í Nuuk, við tí fyri eyga, at stovna Tingmannaráð Útnorður - sum seinni skifti navn til Útnorðurráðið.

 

Tað var føroyski politikarin og tingmaðurin, Erlendur Patursson, sum miðskeiðis í 70-unum byrjaði prátið um at stovna ráðið, og hesi 30 árini er samstarvið landanna millum á fleiri økjum styrkt, hóast tað framvegis eru øki, har samstarvið kann styrkjast enn meiri.

 

Løgtingsmaðurin Kári P. Højgaard, sum nú er annar varaformaður í Útnorðurráðnum, heldur tað hava sera stóran týdning fyri Føroyar at vera við í hesum samstarvi við eina staðfesting av, at vit eru partur av útnorður-familjuni, sum hann málber seg. Hann var gestur hjá Hilmar Jan Hansen í tíðindasending fríggjadagin og greiddi frá. Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna við Kára P. Højgaard.

 

Útnorðurráðið hátíðarhelt 30 ára stovningardagin í Føroyum í august mánaði, har eitt nú stjórnarleiðararnir úr teimum trimum londunum vóru til staðar