Útnorðurráðið hátíðarheldur 30 ára dagin

Skipað verður fyri almennum tiltakið í Løkshøll í kvøld í samband við tretivu ára dagin fyri stovnanina av Utnorðurráðnum.

Útnorðurráðið hátíðarheldur í dag, at tað eru tretivu ár síðani, at ráðið varð sett á stovn. Tað verður gjørt við einum ókeypis tiltaki í Løkshøll klokkan 21 í kvøld, har sangur, fimleikur, dansur og annað er á skránni. 


Útnorðurráðið fevnir um londini Grønland, Ísland og Føroyar, og verður okkurt úr øllum londum á skránni í kvøld.


Varna úr Grønlandi, Eyðtór Ingi úr Íslandi og Enekk úr Føroyum fara at framføra sang og trummudans, skemtarin Jákup Veyhe fer at geva sítt boð upp á samstarvið í Útnorði og estetiskur fimleikur verður sýndur fram. Harumframt verður eisini talur og felagssangur á skránni.


Útnorðurráðið brúkar eisini høvi at handa íslendska forsetanum, Ólavi Ragnari Grímssyni, heiðursgávu fyri hansara áhaldandi arbeiði at menna og styrkja Útnorður sum landspart í Arktis.


Áðrenn kvøldið endar við at fara upp á gólv, verður boðið lætt ábit frá Bakkafrost til allar gestir.


Tiltakið er ókeypis og til ber at ogna sær atgongumerkir á Kunningarstovuni í Runavík ella við dyrnar í Løkshøll.