Útnorðurráðið 30 ára stovningardag

Tað var 24.- 25.septembur í 1985, at føroysk, grønlendsk og íslendsk tingfólk hittust í Nuuk fyri stovna Tingmannaráð Útnorður.

Tað var í døgunum, 24.- 25.septembur í 1985, at føroysk, grønlendsk og íslendsk tingfólk av fyrstan tíð hittust í Nuuk, við tí fyri eyga, at stovna Tingmannaráð Útnorður - tað, ið seinni skifti navn til Útnorðurráðið.
30 ár eru liðin, og á fleiri økjum er samstarvið landanna millum styrkt, tó so, framvegis eru øki, har samstarvið kann styrkjast enn meiri.

 

Upprunaligi sáttmálin landanna millum, ljóðaði millum annað soleiðis: ”Sannførd um, at Føroyar, Grønland og Ísland - økið í útnorðuri - hava felags áhugamál, tá talan er um at varðveita og gagnnýta natúrliga ríkidømið og tilfeingið á skinsaman hátt, og tilvitaði um, at sama er avgerandi fyri landanna búskap, mentan og framtíðar menning....”

 


Sáttmálin varð samtyktur 24.septembur í 1985, og samstarvsfelagsskapurin hevur sostatt 30 ár á baki. Tvær ferðir um árið hittast 18 tingfólk, 6 úr hvørjum landi - á ársfundi og til eina evnisráðstevnu. Evnini eru felags áleikandi mál, og saman gera limirnir niðurstøður, ið verða til tilmæli til landanna stjórnir at viðgera og, vanliga, viðtaka. Hesi seinastu 30 árini hevur Útnorðurráðið komið við 124 tilmælum, og í skrivandi stund eru trý tilmæli á tinggáttunum.

 

 

Landafrøðiliga er heilt hampuliga langt millum londini í Útnorðurráðnum, so hvusu ber tað til, at Føroyar, Grønland og Ísland, uttan himpr, hava dugað at samstarva í 30 ár? Svarið er einfalt: havið er tilverugrundarlagið í øllum trimum londunum.
Av somu orsøk hevur havið og alt ið har livir, mangan verið fundarevnið, tá limirnir hava hittst. Seinastu árini hevur ráðið serliga lagt dent á rættin til siðbundna veiðu, men eisini dálking, tilfeingisrøktan, felags fiskistovnar, leiting og bjarging, havgransking og hvalaveiða, eru felags áhugamál, og altíð tíðarbær.

Samstarvað verður eisini á økjum á landi! Millum annað um flutningur, útbúgving, mentan, javnstøðu og heilsu. Umframt at veðurlagsbroytingarnar hava viðført, at eisini samstarv um Arktiska økið er vorðið umráðandi evni á fundarskrá Ráðsins

 

 

Tað gjørdist greitt, tá Ráðið hátíðarhelt 30 ára stovningardagin í Føroyum 11. august í ár, í sambandi við ársfundin. Nógv fólk vóru savnaði í Norðurlandahúsinum til hátíðarhaldið, har íslendski forsetin, føroyski og grønlendski stjórnarleiðarin, formaðurin og varaformaðurin í Ráðnum førdu fram orð, hugleiddu um samstarvið landanna millum higartil, og tosaðu um framtíðar samstarv og -mál.

Til ber at hyggja at røðunum her: https://www.youtube.com/watch?v=3HOW10Ka2iI

 

 

Heilt stutt um, hvussu stovnanin av Útnorðurráðnum kom í lag.

Tað var føroyski politikarin og tingmaðurin, Erlendur Patursson, (f. 1913- d. 1986), sum miðskeiðis í 1970-unum byrjaði prátið um at stovna Tingmannaráð Útnorður. Hann var limur í Norðurlandaráðnum, og helt, at neyðugt var, at oyggjarnar í útnorðuri funnu felags stev - allar høvdu somu vandamálsstøður. Men onki ítøkiligt hendi, fyrrenn Norðurlandaráðið í 1979 hugdi nærri at møguleikunum fyri økissamstarvi í Útnorðuri. Tá kom glið á, og í 1980 varð settur ein Útnorður-stýribólkur, mannaður av einum føroyskum og einum íslendskum tinglimi. 27. januar í 1981 vóru avgerandi stigini tikin; Føroya Løgting setti eina nevnd, ið hevði til endamáls at fáa gongd í samráðingar við samsvarandi nevndir í Íslandi og Grønlandi. 19. mei í 1981 var íslendska nevdin sett, men grønlendingar vildu bíða. Teir høvdu annað at takast við - at taka seg úr EF, Evropeiski Felagsskapurin.

 

Í 1984 gjørdist Grønland limur í Norðurlandaráðnum, og so bar til. Tinglimir úr teimum trimum londunum í Útnorðurráðnum fóru í holtur við samráðingar, og tann 23. mei í 1984 kom Grønland formliga við í samstarvið. Sostatt var klárt at byrja stovningarfund, og at orða ein sáttmála; fundurin varð hildin í Nuuk í døgunum 24.-25. septembur. í 1996 broytti Ráðið navn frá “Tingmannaráð Útnorður”, til “Útnorðurráðið”, og Ráðið fekk um sama mundi eina avgreiðsluskrivstovu, sum heldur til í íslendska Altinginum.

 

 

Felagsmyndin

30 ára hátíðarhaldið var í Runavík og í Tórshavn i døgunum 10.-11.august 2015; á myndini síggjast limirnir í Ráðnum, stjórnarleiðarar, íslendski forsetin og heiðursgestir í Norðurlandahúsinum.
Alan Brockie tók myndina.

 

 

Stutt um Útnorðurráðið

Útnorðurráðið er formliga samstarvið millum stjórnirnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Tilsamans manna 18 limir Ráðið - 6 limir úr hvørjum limalandi. . Formansskapurin er mannaður av Lars-Emil Johansen, formaður fyri Ráðnum, og tingformaður í grønlenska landstinginum (Inatsisartut), 1. varaformaður Unnur Brá Konráðsdóttir, tinglimur úr Íslandi, og Kári Páll Højgaard, 2.varaformaður og føroyskur tinglimur.