Útnorðurdagar í Norðurlandahúsinum

Um góða viku verða Útnorðurdagar hildnir í Norðurlandahúsinum

 

 

Tað er Mentamálaráðið, sum saman við Norðurlandahúsinum skipar fyri Útnorðurdøgum. Føroyar, Grønland og Ísland verða saman nevnd “Útnorður”. Hesar báðar dagarnar verður høvi hjá øllum at forvitnast og fáa vitan um samstarv í Útnorðri og at uppliva mentanina í teimum trimum londunum.

 

Á skránni verða framsýning, filmssýning, tónleikur, upplestur og matur úr Útnorðri. Eisini verður pallborðsfundur undir heitinum: Útnorðursamstarv – politikkur, retorikkur ella bara romantikkur, har politikarar og onnur fara at kjakast um útnorðursamstarvið.

 

Tað er Útnorðurráðið, ið hevur samtykt, at Útnorðurdagar skulu haldast, og á fyrsta sinni verða dagarnir hildnir her hjá okkum. Endamálið við Útnorðurdøgunum er at varpa ljós á mentan og søgu í Íslandi, Grønlandi og Føroyum og soleiðis at styrkja samstarvið og sambandið millum hesi trý londini í Útnorðri. Dagarnir vórðu hildnir í Íslandi í 2012 og í Grønlandi í 2013.