Tvær útnevningar í nevndini í Atlantic Airways vórðu framdar ímóti aðalfundarsamtykt hjá felagnum fyri tveimum árum síðan, sigur størsti privati partaeigarin í felagnum, Adrian Noskwith.
Aðalfundurin í 2012 samykti einmælt, at setast skuldi niður ein nevnd mannað við formanninum og tveimum nevndarlimum at fyrireika útnevningar av nevndarlimum og formanni í felagnum. Hetta er vanlig siðvenja í børsskrásettum partafeløgum, sum hevur til endamáls at tryggja feløgunum dygga nevndarsamanseting.
Í telduposti til Adrian Noskwith sigur Niels Mortensen, at hann hevur tikið við sum nevndarformaður eftir ynski frá landsstýrismanninum. Nevndarformaðurin tykist ikki at vera kunnugur við reglurnar, ið galda fyri felagið. "Felagið hevur onga setanarnevnd", sigur Niels Mortensen í teldubrævinum. "Eg varð skotin upp á aðalfundinum eftir umbøn frá Vinnumálaráðharranum."
Á aðalfundinum í 2012 tóku allir partaeigarar, eisini Vinnumálaráðið, annars undir við at skipa eina setanarnevnd, sum skuldi seta fram uppskot um nevndarlimir, formann og áseting av nevndarsamsýningum.
Adrian Noskwith bað Niels Mortensen vátta, at setanarnevndin hevði mett um hansara førleikar, og at nevndin valdi at vísa á hann fram um øll onnur nøvn, sum vóru í uppskoti. Men tað kundi hann ikki vátta.
- Tá Bjarni A. Bjarnason fór úr nevndini skuldi nýggjur nevdarlimur tilmælast og eisini nýggjur formaður. Tað er mín fatan, at setanarnevndin tá tók sína skyldu í álvara og metti um hóskandi formansevni. Setanarnevndin gav eisini nevndini eitt greitt tilmæli, hvør skuldi gerast formaður, men aðalfundurin fekk ongantíð kunnleika til formansevnið, tí uppskotið hóvaði ikki landsstýrismanninum, og hann kveistraði tí bæði tilmælið og setanarnevndina til viks og vildi í staðin hava Niels Mortensen í sessin, sigur Adrian Noskwith.
Hann vildi eisini hava at vita frá nevndarformanninum, hvør mannagongd varð fylgd, tá Søren Jespersen kom í nevndina í sambandi við, at Jens Wittrup Willumsen fór úr henni í mai 2013, og um setanarnevndin hevði skotið hendan mannin upp.
- Tað tykist sum, at ásetingin um setanarnevnd og setanartiltongd yvirhøvur ikki er fylgd í hesum førunum, sigur Adrian Noskwith, sum samstundis ger greitt, at hann finst ikki at Niels Mortensen og Søren Jespersen persónliga, men stúrir fyri mannagongdunum í felagnum.
- Hetta er brot á aðalfundarsamtyktina frá 2012, og hendan atferðin vísir, at stýringin av Atlantic Airways er vorðin alt meira politisk. Politiskar avgerðir hjá landsstýrismanninum skaða virksemið hjá flogfelagnum, hava við sær hækkandi prísir og skaða eisini álitið á felagið og Føroyar sum heild, sigur Adrian Noskwith.
Aðalfundarsamtyktin, har setanarnevndin varð sett niður, sæst á heimasíðuni hjá felagnum. Felagsins reglur um Corporate Governance ella Góðan leiðslusið siga eisini frá leiðbeining um tilnevning av nevndarlimum í brotið 5 stykkið 1 til 4.