Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, sigur sambært AP-tíðindastovuni, at landið sær fram ímóti friðarsamráðingum við Russland í endanum av februar næsta ár.
Tað var hin 24. februar í ár, at Russland leyp á Ukraina, og síðan henda dag hevur landið verið í kríggi við Ukraina og hevur roynt at tikið landaøkir frá grannalandinum.
Russland væntaði at fáa billbukt við Ukraina eftir lutfalsliga stuttari tíð, men soleiðis hevur tað als ikki gingið.
Vladimir Putin hevði eisini vónað, at ukrainar fóru at bjóða russiska herinum vælkomnum, men forsetin fekk annað at síggja.
Ukrainar hava stríðst manniliga og hava nú rikið russar aftur í fleiri økjum har eysturi í landinum, sum russiski herurin í mánaðir hevði havt ræðið á.
Um friðarsamráðingar verða, soleiðis sum uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, sigur í samrøðuni í dag, verður hetta júst eitt ár eftir, at russiski herurin leyp á.
Dmytro Kuleba heldur, at friðarsamráðingar hugsandi kundu verið hildnar millum londini við ST-aðalskrivaranum, Antonio Guterres, sum semingsmanni.
##med2##