Í fjør hevði KÍ eina rúgvu av útlendingum afturat øllum sínum lokalu leikarum. Í ár tykist talið at vera minkað, men í gjárkvøldi varð kunngjørt, at verjuleikari, sum eisini spældi við meginpartinum av árinum í fjør, kemur aftur til felagið.
Maðurin, ið aftur verður at síggja í KÍ-búnanum í 2016, er amerikanski Mayowa Alli. Tað skrivar lokalmiðilin í norðoyggjum, Norðlýsið.
Mayowa kom av fyrstan tíð til KÍ undan kappingarbyrjan í fjør. Tá leigaði KÍ hann frá danska føroyingafelagnum, Vendsyssel. Leigusáttmálin var tó bara galdandi til 31. august, og eftir hetta fór Mayowa aftur til Danmarkar, har Vendsyssel enn einaferð leigaði hann út. Hesaferð til Thisted, ið spælir í triðbestu deildini.
Sum skilst hevur krútsterki verjuleikarin skrivað undir sáttmála við KÍ, ið er galdandi fyri 2016, og er hann ikki bundin at nøkrum øðrum felagi longur. Mayowa Alli kann røkja plássini sum miðverji og vinstri bakkur, men hann spældi næstan bara á vinstra bakki, tá ið hann var í felagnum í fjør. Mayowa Alli spældi 20 dystir í Effodeildini í fjør.