Útlendskur leikari til TB

TB boðar á heimasíðu sínari frá í dag, at felagið hevur gjørt avtalu við ein nýggjan leikara

TB spennir seg út til komandi kappingarár, tá felagið eftir øllum at døma, aftur kemur at vera partur av bestu føroysku fótbóltsdeildini. Heimasíðan hjá felagnum, boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt avtalu við ein nýggjan leikara.

 

Talan er um 25 ára gamla áleyparan Albert Adu, ið er úr Hollandi.

 

Albert Adu hevur fleiri royndir sum fótbóltsspælari. Hann hevur roynt seg í Spania, Hollandi, Onglandi og Belgia.

 

Vit skilja úr TB at Albert Adu er ein sera kvikur leikari, ið hevur góðan bóltførleika.

 

Avtalan við nýggja leikaran er galdandi fyri hetta kappingarárið og komandi kappingarár.