Útlendskir outlaws, føroyskur bike'ari og føroysk songdiva

Country- og Bluesfestivalurin hevur almannakunngjørt trý nøvn afturat í dag.

3Country- og Bluesfestivalurin hevur almannakunngjørt trý nøvn afturat í dag, The European Highwaymen, Kristel Lisberg og Halleluja-Sofus.

- Aftanfyri navnið The European Highwaymen eru tveir royndir og kompromileysir tónleikarar, sum ongantíð hava latið seg lokka av mótabluffi og dagsins trendum, skriva fyriskipararnir.

 

Tónleikarnir eru G. Thomas og Arly Karlsen. Teir hava turnerað lond og ríkir í ein mansaldur, framført á mongum countryfestivalum í Norra og aðrastaðni í Evropa og USA.

 

Báðir hava teir ein røð av útgávum aftan fyri seg og hava selt væl av plátum/fløgum, har fleiri av løgum teirra hava verið á hitlistunum í fleiri londum. Hesir báðir tónleikarnir eru ein serstakliga góð samanseting har G. Thomas hevur nærleikan av outlaw tónleikinum hjá sær og Arly Karlsen hevur Mr. Cash í blóðinum. Teir hava nú sungið og spælt saman í 7 ár. The European Highwaymen framføra bæði egið skrivað tilfar og nýtt og gott gamalt.

Kristel Lisberg, sum var tilnevnd sum ársins songkvinna á FMA í ár og sum í løtuni er aktuell við stak- og sjónbandalagnum September, fer at framføra egin løg, bæði kend og ókend.

Afturat egna tilfarinum, fer hon at tríva í nøkur góð Country løg, sum hon ofta sang til konsertir saman við pápa sínum Jens Lisberg.

- Mær hevur altíð dáma sera væl country, og tað var sum so har alt byrjaði hjá mær, sigur Kristel Lisberg.

 

Eftir eitt brak av eini framførslu á Country- & Bluesfestivalinum í fjør, er Halleluja Sofus aftur á skránni í ár, og hann lovar enntá, at framførslan í ár verður lívligari enn seinast.

 

-Eg komi á Festivalin við einum opnum sinni og góðum humøri, sangirnir vera meira upptakt enn í 2014. Sangirnir verða deilvís av nýggju fløguni og so góðir gamlir slagarar, orkestrið telur einar 8 og tónleikarnir eru stórt sæð teir somu sum seinast, sigur Sofus.