Útlendskir miðlar seta fokus á Frigg Festivalin

Nú Frigg Festivalurin stendur fyri framman er greitt, at áhugin í londunum kring okkum veksur í hvørjum. Fjølmiðlafólk úr londum sum Íslandi, Finnlandi, Grønlandi, Týsklandi og Danmark varpa ljós á norðuratlantiska brakið í Kongens Hava. 

Eingin ivi er um, at tann norðuratlantiska mentanin úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi er vaksin í virði í londunum kring okkum seinastu árini. Áhugin fyri Frigg Festivalinum veksur í hvørjum, og fyrireikararnir av Frigg og tónleikarar á festivalinum hava úr at gera við at práta við útlendsku miðlarnar. 

Greitt er, at miðlafólk úr eini ørgrynnu av grannalondum okkara luttaka á festivalinum, og fara at vísa á tað norðuratlantiska, sum Frigg hevur at bjóða. 

 

Sostatt er stórur áhugi fyri festivalinum, nú bert fáir dagar eru eftir til Frigg fer av bakkastokki í Kongens Hava.