Í hesum døgum verður North Atlantic Camp, sum er ein badmintonlega fyri ung, hildin í høllini á Hálsi í Tórshavn. Hesaferð eru tað Føroyar, sum eru vertir fyri leguni.
North Atlantic Camp er eitt samstarv millum badmintonsambondini í Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Londini skiftast um at hava leguna, og er ein regional verkætlan undir Badminton Europe.
Hvørt landið hevur átta leikarar við sær, og eru tey 11 – 16 ára gomul. Eisini eru venjarar og ferðaleiðarar við. Tilsamans eru 35 fólk við á leguni.
Legan byrjaði sunnumorgunin og er í eina viku. Høvuðsvenjari á leguni er James Barclay úr Onglandi. James Barclay er ein royndur ungdómsvenjari, sum seinastu fimm árini hevur vant leikarar í 8 – 18 ára aldri. Fyri tveimum árum síðani hevði hann ábyrgdina av einari legu fyri ung á Malta.
Teir ungu leikararnir á leguni venja tríggjar ferðir um dagin – tveir tímar hvørja ferð. Endamálið við leguni er sjálvandi, at hesi ungu venja badminton, men eisini at tey knýta vinarbond. Tí verður eisini ein dagur brúktur til eina útferð – og í ár gekk leiðin til Gjáar og Saksunar.
- Higartil hevur legan eydnast sera væl. Leikarar, venjarar og fyrireikarar eru væl nøgd, og er lagið gott, sigur, Erik E. Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya.
North Atlantic Camp endar leygardagin 16. august við einari opnari kapping millum luttakararnar – spælt verður bæði í einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.