Útlendsk ferðafólk ytst á Eystnesi

Nógv hevur verið tosað um, at ferðaskrivstovur hava leigað allan Mylluvegin og økið kring myllurnar á Eystnesi, men tað er ikki rætt.

Nógv verður gjørt burtur úr, tá sólarmyrking verður fríggjamorgunin 20. mars. Kunningarstovur gera burtur úr, og tað gera kommunur eisini. Onkur kommuna hevur enntá latið øllum borgarum ókeypis brillur til sólarmyrkingina.

 

Ein kommuna, sum nú eisini er komin á banan við morgunmati nevnda fríggjamorgun, er Nes kommuna, sum bjóðar øllum íbúgvunum í kommununi í B68-húsið á Svangaskarði. Her byrjar morgunmaturin klokkan 10.45 - ella eftir, at sólarmyrkingin hevur verið.

 

- Fríggjadagurin 20. mars verður ein heilt serligur dagur. Mánin kemur millum sólina og jørðina, og hetta viðførir, at tað verður full sólarmyrking fríggjamorgunin umleið klokkan 09.40. Fulla sólarmyrkingin varar í stívliga tveir minuttir.

 

Nes kommuna vísir á, at áðrenn fullu sólarmyrkingina er tað umleið ein tími, har mánin spakuliga kemur fyri sólina, og tað verður myrkari og myrkari - og síðan verður ein tími, har tað spakuliga lýsnar í aftur.

 

- Sostatt verður sólarmyrkingin í umleið tveir tímar.

 

Lagt verður aftrat, at full sólarmyrking er sera sjáldsamt fyribrigdi. Seinast, tað hendi í Føroyum, var í 1954 - ella fyri 60 árum síðani. Næsta ferð full sólarmyrking verður aftur í Føroyum, verður í 2141 - ella um 126 ár.

 

- Øll ynskja vit at uppliva hesa løtu. Vónandi verður tað klárt í veðrinum, soleiðis at vit kunnu fylgja hesum serliga fyribrigdi. Her á okkara leiðum hava vit gott útsýni. Vit ganga okkum bara ein túr niðan á hæddina - og so hava vit frítt útsyni eystureftir.

 

Nes kommuna vísir á, at nógv hevur verið tosað um, at ferðaskrivstovur hava leigað allan Mylluvegin og økið kring myllurnar á Eystnesi í samband við sólarmyrkingina.

 

- Men, soleiðis er ikki. Øll hava møguleika at uppliva sólarmyrkingina har á leiðini. Tó er eitt ávíst øki - ytst á Eystnesi - sett av til eitt útlendskt ferðamannalið, men hetta er bara eitt avmarka øki, vita tey í Nes kommunu at siga.