Útlendingar úr 110 londum búgva í Føroyum

320 teirra eru børn, og ung undir 18, sum umboða 62 ymsar tjóðir

Tað sæst millum annað í uppskotinum til integratiónslóg, sum í næstum verður løgd fyri Løgtingið.

 

Í viðmerkingum til uppskotið frá Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni, sæst, at talið av tilfytarum seinastu árini, sum hava fingið, ella ætla at fáa, varandi uppihaldsloyvi, er økt munandi. Høvuðsorsøkin er, at alsamt fleiri fáa familjusameining. Ein onnur orsøk er, at tað eru fleiri og fleiri útlendskir arbeiðstakarar, sum taka familjuna við, tá ið teir koma higar at arbeiða. Sum frálíður vilja hesi hava varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.

 

Hagtøl frá donsku útlendingamyndugleikunum vísa, at tað í miðal eru latin 46 varandi uppihaldsloyvi um árið seinastu átta árini. Meginparturin av varandi loyvunum verða latin í sambandi við familjusameining.

 

Seinastu átta árini eru miðal átta varandi uppihaldsloyvi um árið latin arbeiðstakarum, sum koma higar at arbeiða og sum hava havt familjuna við, og teimum, sum hava uppihaldsloyvi eftir ítróttaavtaluni. Tølini fyri fyribils arbeiðsloyvi vísa harumframt, at flestu fyribils arbeiðsloyvini eru latin eftir ES-skipanini. Tó er parturin við vanligum arbeiðsloyvum eftir útlendingalógini eisini øktur frá 18 í 2016 til 132 í 2020.

 

Økta tilflytingin hevur eisini við sær, at tað eru fleiri børn, sum koma til Føroya at ganga á stovni ella í skúla, sum ikki duga føroyskt og kanska heldur ikki enskt. Seinastu níggju árini hava í miðal 29 børn um árið fingið fyrsta uppihaldsloyvi. Hagtølini vísa, at umleið helvtin av uppihalds­loyvunum er latin børnum í sambandi við familjusameining. Hin helvtin er latin børnum, sum koma við foreldrum, ið koma higar at arbeiða. Á arbeiðsøkinum er talan serliga um uppihaldsloyvi til ES-borgarar og ítróttarfólk. Tá talan er um familjusameining verða í minsta lagi tveir triðingar av uppihaldsloyvunum latin fólkum, ið eru úr londum uttan fyri ES, serliga úr Asia. Í 2018 og 2019 fingu ávikavist 31 og 57 børn uppihaldsloyvi í Føroyum. Í 2012 var talið tíggju.

 

Í januar 2021 búðu 2.102 fólk, umboðandi 107 tjóðir uttan fyri Norðurlond, í Føroyum. Av hesum eru 320 børn og ung undir 18, sum umboða 62 ymsar tjóðir.

 

Uppskotið um integratiónslóg sæst á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum: https://www.uvmr.fo/fo/kunning/uppskot-til-ummaelis/uppskot-til-integrationslog-til-hoyringar/