Seinnapartin í gjár mátti løgreglan í Havn leggja upp í, eftir at nakrir útlendskir sjómenn vóru farnir at gera um seg. Talan var um sjey mans av einum skipi, sum lá við bryggju, og sum vóru farnir í land. Teir vóru farnir í býin í Havn, er har høvdu teir drukkið seg fullar, men illstøða tók seg upp ímillum teir uppi við plantasjuna og teir fóru til hendurs.
Teir vóru til so miklan ampa, at boð vórðu send eftir løgregluni. Teir vórðu allir sjey tiknir og koyrdir umborð aftur á skipið, haðani teir vóru komnir og síðani hevur løgreglan ikki sæð teir aftur í landi. Eingin fekk skaða í bardaganum, sigur løgreglan.
|