Fer samgingan at góðtaka, at arbeiðsgevarar senda føroyskar handverkarar til hús og seta útlendingar í starv ístaðin? Tað er ein spurningur, løgmaður nú skal svara upp á í Løgtinginum.
Tað er komið Kára P. Højgaard, tingmanni fyri Sjálvstýrisflokkin fyri oyrað, at arbeiðsgevarar hava sent føroyskar handverkarar til hús og hava sett útlendingar í stórum tali í starv ístaðin.
Tingmaðurin vísir á, at lógin er broytt so at tað nú ber til at fáa faklærda arbeiðsmegi úr ES-londum til Føroyar at arbeiða, tá ið arbeiðsloysið í Føroyum er undir 6 prosent. Men ætlanin var ikki at avleiðingin skuldi vera, at føroyingar verða sagdir upp og at útlendingar verða settir í starv ístaðin.
Kári P. Højkgaard staðfestir, at ætlanin við lógini var at nøkta tørvin á handverkarum í Føroyum, nú so stórt byggivirksemi er í landinum. - Verður talan í staðin um at fáa bíligari útlendska arbeiðsmegi at taka arbeiðið frá føroyskum handsverkarum, virkar lógin ikki eftir Løgtingsins vilja, sigur Kári P. Højgaard.
Tí vil hann eisini hava at vita, hvørji stig, løgmaður ætlar at taka, vísir tað seg, at lógin ikki virkar eftir ætlan.
|