Útlendingar sleppa ikki at keypa jørð í Føroyum

Og ongin einstaklingur skal kunna eiga meiri enn eini tvey prosent av allari jørð í Føroyum

Jørðin í Føroyum skal koma føroyingum til góðar og tí skulu tað bara vera fólk, sum búgva í Føroyum, ið skulu sleppa at keypa jørð í Føroyum.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum.

Og jørðina, hann tosar um, at útlendingar ikki skulu sleppa at keypa, er øll jørðin, tað almenna eigur og sum hann nú vil sleppa at einskilja.

 

Landjørðin er 55 prosent av allari jørð í Føroyum, og Jacob Vestergaard roynir nú at fáa politiska undirtøku fyri at selja hana.

Men hann heldur sostatt, at bara fólk, sum býr í Føroyum, skulu sleppa at keypa.

 

Hann heldur eisini, at ognarrætturin til jørðina skal vera spjaddur og ikki á ov fáum hondum.

- Tí eigur eitt hámark at verða sett a fyrí, hvussu nógv hvør einstakur kann eiga av jørð. Eitt boð kann vera í mesta lagi tvey til trý prosent av allari jørð í Føroyum,  íroknað landsjørðina sum ætlanin er at keypa.

 

Men Landsstýrismaðurin heldur eisini, at teir festarar, sum sita við festunum nú, skulu fyrst og fremst fáa møguleikan at keypa jørðina, teir hava fest.

 

Og tað skulu teir keypa til ein mettan marknaðarprís og hann er ymiskur, alt eftir hvar í landinum, tað er.

Men tá ið tað snýr seg um mjólkbøndurnar, skal atlit eisini takast til, hvat eitt festi kann bera.

- Eisini verður mælt til, at leigarar fáa høvi til at keypa lendið í leigutíðini. Eisini tað skal vera til ein mettan marknaðarprís. Men treytin skal vera, at søla ikki forðar fyri vinnuligum landbúnaði í økinum.

 

- Ein høvuðsfortreyt fyri lønandi mjólkframleiðslu er, at nóg mikið av dyrkilendi er til taks til stráfóðurframleiðslu, soleiðis at vinnan gerst sjálvbjargin við føroyskum fóðri. Tí er ætlanin at skipa so fyri, at mest møguligt dyrkilendi verður tøkt til stráfóðurframleiðslu, og at lagt verður upp fyri hesum, tá ið sølutilgongdin byrjar, sigur Jacob Vestergaard.