Eoin O Sullivan vitjar í Føroyum saman við sínum starvsfelaga, ið hevur røtur úr Føroyum. Eoin býr í Keypmannahavn, har hann arbeiður í eini fjølmiðlafyritøku. Hann ger fyri tað mesta podcasts, men hevur eisini onnur fríyrkis fjølmiðlastørv.
- Hví ert tú komin á Ólavsøku?
- Eg royni at fáa eina heildarmynd av lívinum her í Føroyum. At eg kom her á tjóðardegnum var faktiskt av tilvild. Eg royni at kanna hvat fólk gera á Ólavsøku, eg geri samrøður og seti meg inn í hví hesir báðir dagarnir hava so nógv at siga fyri fólkið.
- Ert tú her einans í arbeiðssørindum, ella hevur tú eisini tíð til at hugna tær?
- Eg hugni mær so sanniliga eisini. Eg havi hugt at kappróðrinum, tað var sera stuttligt, tí har eg búgvi havi eg sæð bátarnar vant dagliga. So verður ein snapsur ella báðir tveir eisini á skránni seinni, so tað síggi eg fram til.











