Útlendingar fáa nógv harðari revsing

Belgiumaðurin, ið varð handtikin í Hvalba í gjár, og sum situr í varðhaldi í Havn fyri at hava havt ólóglig rúsevni uppi á sær, fær nógv harðari revsing, enn ein føroyingur hevði fingið fyri sama lógarbrot.

Og varð »brotsgerðin« framd í Danmark ella einum øðrum EU-landi, so fekk maðurin als onga revsing.

Brót á lógina um rúsevni er nógv strangari í Føroyum – og hon rakar útlendingar nógv harðari, enn hon rakar føroyingar. Um talan í hesum føri var um ein føroying, so hevði hann fingið eina lítla bót. Hann hevði ikki verið handtikin og kann sjálvandi heldur ikki vísast av landinum.

Vit spurdu Jaspur Vang, sýslumann í Suðuroyar, um hesin belgiumaðurin fær harðari revsing, tí hann er partur av átakinum hjá Sea Shepherd. Men tað vil Jaspur Vang ikki svara uppá, og hann leggur dent á, at hann hevur ikki sagt, at maðurin er partur av Sea Shepherd. Hann hevur bara sagt, at tað var ein útlendingur.

Men tað er felagsskapurin Sea Shepherd, sum hevur váttað, at talan er um eitt av teirra fólkum í Føroyum – sum síðani er koyrdur úr felagsskapinum.