Útjaðarin hevur krav uppá eina útjavning av almennum arbeiðsplássum

Tað tykist sum um løgtingslimir nú hava fingið eitt mál at viðgera sum møguliga vil elva til eitt orðaskifti, ikki bara um eitt mál, har eginpeningurin hjá Framtaksgrunninum verður umrøddur, men eisini, og tað er tað mest avgerandi, útlíkning av arbeiðsplássum til teir partar av landi okkara, sum eru í arbeiðsloysi og teir partar orsakað av sentraliseringini av øllum almennum tiltøkum nú eru hótt við arbeiðsloysi.

Tað tykist sum um løgtingslimir nú hava fingið eitt mál at viðgera sum møguliga vil elva til eitt orðaskifti, ikki bara um eitt mál, har eginpeningurin hjá Framtaksgrunninum verður umrøddur, men eisini, og tað er tað mest avgerandi, útlíkning av arbeiðsplássum til teir partar av landi okkara, sum eru í arbeiðsloysi og teir partar orsakað av sentraliseringini av øllum almennum tiltøkum nú eru hótt við arbeiðsloysi. Og hvat vilja so løgtingslimir gera við hetta. Tora teir at seta fingurin á har, sum trupulleikarnir eru! Tað vil sjálvandi verða umrøtt, hvussu pengarnir, teir almennu, í framtaksgrunninum eru viðfarnir og hvørja nyttu teir hava gjørt fyri tað føroyska samfelagið.

Tað bleiv í sínari tíð sagt, at eingin aktivur politikari skuldi hava nakra ávirkan í teimum avgerðum, sum tiknar blivu av teimum, sum vóru valdir at umsita grunnin, men tó vóru tað tveir, sum hava buktina og báðar endarnar, og sum teir einastu, ið kunna krevja broytingar. Tað eru løgmaður fyri okkara part og statsministarin fyri hin partin og longu her eru vit á skeivari leið, tá sagt verður, at politikkarar ikki skula røra fingurin við hetta mál. Hesir báðir nevndu eru leiðarar av samgongum og sum slíkir framtrennarar í tí politiska spælinum. Hetta verður møguliga nú broytt, men tað er ikki nokk.

Tað er greitt, at fólkaflokkurin nú fær tann møguleika, sum teir í hvussu so er úteftir hava sagt seg vilja gera brúk av. Teir hava dyrgt eftir hesum, men teimum líkt, fara teir einki at gera. Teir finna undanstøkkingar, soleiðis at teir sleppa frá at taka støðu. Tað er fólkafloksins sterka støða. Tað minnir ikki lítið um orð danska statsministarans Jens Otto Krag, sála: »Vit hava eina støðu til vit taka eina aðra«.

Tí fara teir einki at gera við hetta málið, og tað fær heldur ongar avleiðingar, tí teir arbeiða í einari samgongu, sum vit í javnaðarflokkinum góvu teimum lyklarnar til, og við at sleppa teimum framat hava vit ábyrgd av tí, sum er farið fram og tað, sum framvegis kemur at verða framt. Teir eru ikki lidnir við ætlan sína. Tað eru mál og tiltøk, sum enn liggja á láni, og sum teir vilja fremja. Ein av teirra framstandandi tinglimum segði: »Vit vera sitandi, tí tað eru mál, sum vit nú kunnu fremja saman við sambandinum, sum vit ikki fáa framt saman við javnaðarflokkinum«. So uttan mun til hvat hvør einstakur fólkaflokslimur sigur í einum orðaskifti um misnøgd teirra við framtaksgrunnin so kemur eingin broyting at henda. Teir verða sitandi til seinastu løtu, og eg skilji teir væl, tí uttan fyri eina samgongu fær ein einki framt.

Í sambandi við møguligar broytingar í Framtaksgrunninum verður spurningurin til flokkarnar á løgtingi: hvussu ætla tit at byrgja fyri fráflytingini frá útjaðaranum til miðstaðarøkið! Hvat ætla tit at gera við tað tiltakandi arbeiðsloysið út um landið, har bert fiskatilvirking er grundarlagið undir tilverðuni hjá útjaðaranum! Hvørja støðu hava løgtingslimir til ætlaninar hjá Framtaksgrunninum at útbyggja og nýmótansgera fiskavirkið í Tórshavn!

Verður hetta framt og øll framtíðar fiskatilvirking verður á miðstaðarøkinum, tá er avtoftingin ein veruleiki.


Sverre Midjord