Dagføring: Tiltakið, sum skuldi vera hóskvøldið 29. januar, er útsett til einaferð í vár. DVD- og bókapakkin sum skuldi verða lagdur fram, náddi tíverri ikki at blíva liðugur til tíðina, so tiltakið er útsett, siga tey úr Gamla Bókahandli.
Ulla Boje Rasmussen gevur út eitt savn við DVD filmunum 1700 METER FRA FREMTIDEN frá 1990 og TRE BLINK MOD VEST frá 1993.
Hóskvøldið 29. jannuar klokkan 19 verður eitt áhugavert tiltak við filmsinstruktørinum Ullu Boje Rasmussen í H.N. Jacobsens bókahandli. Umframt Ullu Boje Rasmussen, luttaka Bárður Jákupsson og Lív Næs.
Ulla Boje Rasmussen gevur út eitt spennandi savn við DVD filmunum 1700 METER FRA FREMTIDEN frá 1990 og TRE BLINK MOD VEST frá 1993. Harafturat er ein myndarøð og eitt bókahefti við í savninum.
Savnið fæst til keyps í H.N. Jacobsens Bókahandli frá hóskvøldinum, og í sambandi við útgávuna, verður eisini ein serútgáva givin út. Við í hesari serútgávu, sum hóskvøldið fæst í 50 signeraðum eintøkum, fylgja eisini prent eftir listamannin Bárð Jákupsson.
Tiltakið byrjar við at Ulla Boje Rasmussen leggur savnið fram, og síðani fer Bárður Jákupsson at siga nøkur orð um akvarelmyndirnar, sum hann hevur málað til útgávuna.
Lív Næs fer at framføra nøkur løg og kvøldið endar við kaffi og køkum.