Útivikan byrjar

Mánadagurin 25. er fyrsti summardagur og tað er sami dagur sum Útivikan byrjar.

25. til 31. mai ganga vit til arbeiðis!

 

 

So greið eru boðini í tíðindaskrivi frá Fólkaheilsuráðnum.

 

 

Mánadagurin 25. er fyrsti summardagur og tað er sami dagur sum Útivikan byrjar.

 

 

 

Í Útivikuni ganga fólk til arbeiðis. Summarið byrjar so tað er eitt upplagt høvi at fáasær nýggjar og sunnar vanar.

 

 

 

Øll kenna fyrimunirnar av at ganga og røra seg. Betri heilsa, betri lag og fyri fyritøkur: glaðari starvsfólk og færri sjúkradagar. Útivikan er ein liður í at gera tað lættari hjá fólki at velja bilin frá. Um onnur gera tað, so kunnu vit eisini. Tað, at øll seta fokus á rørslu samstundis, ger tað lættari hjá tí einstaka at taka stigið – og ganga.

 

 

 

Eins og undanfarin ár, vera øll við í hesum tiltaki: Tey, ið hava stutt til arbeiðis, tey, ið hava langt til arbeiðis og eisini tey, ið koma av bygd, kunnu annaðhvørt taka bussin ella seta bilin langt frá arbeiðsplássinum og síðani ganga. Við hesum brævi biðja vit tykkum um at eggja starvsfólki á tínum arbeiðsplássi til at seta bilin.

 

 

 

Um hetta tiltakið skal eydnast, mugu allar fyritøkur í Føroyum luttaka og royna at eggja sínum starvsfólki til at seta bilin og heldur fara til gongu. Hetta kann gerast hvør sær, men eisini hevði verið stuttligt um fyritøkan í felag við starvsfólki skipaði fyri kappingum, útferðum ella onkrum heilt øðrum - tit avgera púra sjálvi, hvussu tit leggja útivikuna til rættis.

 

 

 

Fólkaheilsuráðið vil við hesum telduposti heita á tykkum og starvsfólk tykkara um at taka undir við hesum tiltaki. Ætlandi skal útivikan ikki kosta tykkum nakað. Havið tað í geyma, tá ið tit leggja ætlanir fyri útivikuna.

 

 

 

Hetta er sjálvsagt eitt sjálvboðið tiltak... men best er, um øll taka lut. So 25. til 31. mai seta vit bilin og ganga til arbeiðis, sigur Fólkaheilsuráðið í tíðindaskrivi.