Útiseti vann triðju GP-kappingina

Tvífaldi føroyameistarin vann triðju Grand Prix-kappingina í borðtennis í dag.

Fróði F. Jensen

Borðtennis: Júst heimvendi føroyski útisetin og tvífaldi føroyameistarin, Fróði Fríðason Jensen, skúgvaði alla mótstøðu til viks, tá ið skipað varð fyri 3. Grand Prix-kapping í Havn í dag. Fróði er undir lesnaði í Danmark, men spælir borðtennis her heima, nú hann hevur feriu.

 

Pætur Albinus og Peter H. Niclasen høvdu vunnið hvør sína GP-kapping higartil í hesum kappingarárinum, men hesaferð var tað altso Fróði, sum fór avstað við sigrinum. Hann verður tó ikki taldur við í samlaðu støðuni av tí at hann hevur spælt ov fáar kappingar.

 

Dysturin um 2. plássið var tískil rættiliga avgerandi í dag, og ikki óvæntað vóru tað Pætur Albinus og Peter H. Niclasen, sum møttust í tí dystinum. Pætur vann dystin 3-0, og tískil hevur hann lagt seg tepurt á odda í samlaðu GP-støðuni, nú tríggjar kappingar eru eftir at spæla.

Fróði F. Jensen

Fróði F. Jensen

Fróði F. Jensen

Fróði F. Jensen

Fróði F. Jensen