Útisetar á bíðilistan

Í annaðkvøld skal býráðið í Havn viðgera uppskot um at loyva fólki uttan fyri kommununa á bíðilistan til fastogn

 

 

Tað hevur annars verið so, at skalt tú á bíðilista fyri grundøki í høvuðsstaðnum, so skalt tú eisini búgva í høvuðsstaðnum, men hetta verður ætlandi broytt.

 

Í uppskotinum, sum verður til viðgerðar í annaðkvøld, verður mælt til at taka burtur forðingar fyri, at útisetar og fólk annars uttan fyri kommununa kunnu skriva seg upp á bíðilista til fasta ogn til privatan bústað, og soleiðis planleggja eina framtíð í høvuðsstaðnum.

 

Broytingin ber í sær, at allir útisetar fáa møguleika at skriva seg á bíðilista til grundstykki í Tórshavnar kommunu.

 

Málið er viðgjørt og samtykt í fíggjarnevndini og kemur fyri á býráðsfundi í annaðkvøld.