Útiseta-hondbóltur beinleiðis á netinum

Stórur dagur fyri ÍF Føroyar hondbólt í morgin

Leygardagin 23. november verður ein stórur dagur fyri føroyskar hondbólts-útisetar í Keypmannahavn. ÍF Føroyar hondbóltur hevur í ár fýra lið meldaði til donsku landskappingina, og komandi leygardag skulu øll liðini í eldin hvørt eftir annað á heimavølli.

 

Í tí sambandi hevur felagið gjørt avtalu við Búgva Herluf Øster, sum upptekur dystirnar hjá besta mans- og kvinnuliðnum, og leggur ein leinkju út á netið, so øll sum hava áhuga kunna hyggja eftir hesum dystum.

 

Dystirnir verða spældir í Sundbyhøllini á Amager og dystarskráðin er hendan (Danska tíð):

 

kl. 13.00 IF Føroyar 2 - IF Stadion 3 (menn)

kl. 14.15 IF Føroyar - Amager SK 2 - menn (Live Stream her)

kl. 15.30 IF Føroyar - USG 4 - kvinnur (Live Stream her)

kl. 16.45 IF Føroyar - IF Stadion 2 (kvinnur)

 

Um tú vilt fylgja gongdini hjá ÍF Føroyar hondbólti, so kanst tú dáma facebook-bólkin hjá felagnum við at trýsta HER

 

Eisini ber til at fylgja við á heimasíðuni www.hondboltur.dk.

 

Eik stuðlar besta mansliði, Keel Solution stuðlar besta kvinnuliði og Tryggingarfelag Føroyar stuðlar 2. mansliði.