Útikonsert á vágni Klaksvík

Í gjárkvøldið var sum í grind, so nógv fólk stóð allastaðni framvið vágni og lýddi á, meðan Annfinn & Co spældi á vágni umborð á bátinum við hóskandi navninum, Acapella, har eisini Ingibjørg Hansen, Karl Martin Samuelsen, Steintór Rasmussen, Rakul Ró Steintórsdóttir og onnur sluppu at mikrofonini.

 

Veðrið var av tí allar besta, og var hetta ein frálík upphiting til tónleikin, Summar Festivalurin hevur at bjóða seinni í vikuni.

 

Eitt frálíkt tiltak, sum vónandi er komið fyri at verða.