Sum siður hevur verið seinnu árini, skipa kirkjurnar í Suðurstreymoy aftur í ár fyri útigudstænastu á ovara vølli í Gundadali 2. hvítusunnundag.
Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri hesi gudstænastuni, sum hevur verið væl vitjað undanfarin ár.
Hvítusunnan er tann triðja av teimum stóru kristnu høgtíðunum. Hinar báðar eru jólini og páskirnar, men hvítusunnan verður ofta nevnd føðingardagur kirkjunnar.
Havnar Hornorkestur og harmoniorkestrið GHM spæla til felagssangin á ovara vølli. Sangbløð verða handað út, so øll hava møguleikan at syngja við.
Gudstænastan byrjar klokkan 11 og Uni Næs, dómpróstur, fer at bjóða vælkomin. Teodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur í Hoyvíkar kirkju, fer at halda prædikuna og Derhard Jógvansson, sóknarprestur í Vesturkirkjuni, fer at siga søgu fyri børnunum.
Eftir gudstænastuna verður kirkjufólkið bjóða til ein drekkamunn í Badmintonhøllina.