Í heystfrítíðini verða spennandi útgávukonsertir við Høgna Lisberg og Ave.
Nógv hevur verið at hoyrt til nýggju tví-útgávuna hjá Benjamin Petersen og Petur Pólson, Ave. Serliga lagið “Arr” hevur verið nógv spælt, men eisini løgini “Oyðin” (Ave Benjamin) og “Øskuhav” (Ave Petur) hava verið nógv at hoyrt síðani summar. Plátan kom á marknaðin í august mánað.
Høgni Lisberg, ið júst er fluttur heim aftur á klettarnar at búgva, hevur júst slept sættu útgávu síni, Call For A Revolution. Fyrsta lagið, sum er farið í umfar, er “Back Against The Wall”. Nýggja plátan hjá Høgna er eitt slag av afturvendan til plátuna “Haré! Haré!”, men tó er hetta meiri sum ein stóribeiggi. Vaksnari, vísari, frekari og við meiri sjálvsáliti.
Tvær konsertir við Høgna Lisberg og Ave verða við vælmannaðum bólki.
Tøting í Gøtu hósdagin 16. okt. kl 21
Reinsaríið í Havn fríggjadagin 17. okt. kl 21
————
Til tey troyttu, tey hundasjúku og tey hugnaligu
Umframt konsertirnar við bólki, spæla Høgni Lisberg og Ave eina serliga intima konsert í nýggjum spælistaði í Sandavági, Loftagrund, sunnukvøldið tá heystfrítðin endar. Hettar verður ein meira akustisk og dempað konsert, til tey troyttu, tey hundasjúku og tey hugnaligu.
Loftagrund í Sandavági sunnudagin 19. okt. kl 20