Utgávukonsert við Huldu

Allan Tausen og Jana Hjalgrímsdóttir hita upp, tá Hulda hevur útgávukonsert.

Allan Tausen og Jana Hjalgrímsdóttir hita upp, tá Hulda hevur útgávukonsert í Tøting. 

HULDA hevur júst verið á konsertferð í Danmark og í Sveits á NORDISK 2015 saman við bólkunum Blaue Blume (DK) og New World Vulture (NO). HULDA hevði elektro snillingin Sakaris Emil Joensen við sær á ferðini, og verður hann eisini við í Tøting.

Jana Hjalgrímsdóttir og Allan Tausen fingu sítt tónleikaliga gjøgnumbrot fyri uml. 15 árum síðani, við indie-rokk bólkinum Marigold, sum var ein av fyrstu føroysku bólkunum ið reið á indie-rokk bylgjuni. 

Fyriskipararnir heita eisini á fólk, um at royna at draga onkrar av nógvu útlendingunum, sum eru í Føroyum á konsertina.

- Hetta eitt upplagt høvi at vísa teimun føroyskan tónleik á hægsta stigi, siga teir.