Útgávukonsert við Høgna Lisberg og Ave í kvøld

Í kvøld verða spennandi útgávukonsert við Høgna Lisberg og Ave í Tøting.

Í kvøld verða spennandi útgávukonsert við Høgna Lisberg og Ave í Tøting.




Nógv hevur verið at hoyrt til nýggju tví-útgávuna hjá Benjamin Petersen og Petur Pólson, Ave. Serliga lagið “Arr” hevur verið nógv spælt, men eisini løgini “Oyðin” (Ave Benjamin) og “Øskuhav” (Ave Petur) hava verið nógv at hoyrt síðani summar. Plátan kom á marknaðin í august mánaða.

 


Høgni Lisberg, ið júst er fluttur heim aftur á klettarnar at búgva, hevur júst slept sættu útgávu síni, Call For A Revolution. Fyrsta lagið, sum er farið í umfar, er “Back Against The Wall”. Nýggja plátan hjá Høgna er eitt slag av afturvendan til plátuna “Haré! Haré!”, men tó er hetta meiri sum ein stóribeiggi. Vaksnari, vísari, frekari og við meiri sjálvsáliti. 



Konsertin verður í kvøld kl. 21.00, har Høgni Lisberg og Ave fara at spíla seg út við vælmannaðum bólki.

 

 

Í annaðkvøld hava hesir somu á Reinsarínum í Havn.