Útgávudansur í Dansifrøi í annaðkvøld

Eitt fjøltáttað tiltak verður í Dansifrøi í annaðkvøld, í samabnd við útgávudansin hjá Hans Jacob Hjelm og vinmonnum

Í annaðkvøld, leygarkvøldið 17. oktober verður eitt serligt útgávutiltak í Dansifrøi í samband við, at nýggja fløgan hjá Hans Jacob Hjelm og vinmonnum kom út fyri stuttum.

 

Fyrireikararnir nevna ikki tiltakið "útgávukonsert", men "útgávudans". Klokkan 20-21.45 undirvísir Anna Kirstin Thomsen í "Foxtrot2, "Quick Step2 og "Rock'n Roll".

 

Klokkan 21.45-22.00 er steðgur. Klokkan 22.00-23.45 undirvísa Karl og Anna Sofía Vidtfeldt í "Jive" og "Cha Cha Cha2. Á midnátt byrjar almenni dansurin við Hans Jacob Hjelm og vinmonnum.