Útflutningurin minkaði hálva milliard

Útflutningurin av lýsi vaks 271 milliónir krónur

 

(Mynd: Hagstova Føroya)

Frá juni 2023 til mai í ár var føroyski útflutningurin 12,4 milliardir krónur. Tað eru 516,9 milliónir krónur, ella 4%, minni enn undanfarna skeið.

Tað vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

 

Fiskavøruútflutningurin minkaði 131,4 milliónir krónur, ella 1,1 prosent. Útflutningurin av laksi, fóðuri og lýsi gekk fram, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum og -vørum gekk aftur ella stóð í stað. Minkingin í bólkinum "Ikki fiskur" stavar fyri tað mesta frá minni útflutningi av brennievni og skipum.

 

Útflutningurin av laksi vaks 242,9 milliónir krónur. Virðið vaks við 4,3 prosentum, og nøgdin er vaksin við einum prosenti.

 

Aðrar vørur, sum togaðu útflutningin uppeftir, vóru fóður og lýsi. Vøksturin var ávikavist 79,9 og 271,5 milliónir krónur, ella 13,2 og 122,5 prosent. Tilsamans vaks útflutningurin av fóðuri, fiskamjøli og lýsi við 15 túsund tonsum.

 

(Mynd: Hagstova Føroya)