Alivinnan og uppsjóvarvinnan hava síðsta árið økt um útflutningin við ávíkavist 20 og 30 prosentum, og saman við botnfiskinum hevur føroyski útflutningurin nú trý bein at standa á, staðfestir Búskaparráðið.
Fyri at tekna eina so aktuella mynd sum tilber hevur Búskaparráðið í síni nýggjastu heystfrágreiðing hugt eftir útflutningstølunum frá juni 2014 og eitt ár aftur, fyri síðani at smanbera hesi tøl við sama tíðarskeið árið frammanundan.
Hesi leypandi útflutningstøl vísa ein óvanliga stóran vøkstur, ið samanlagt teknar eina mynd av føroyskum útflutningi, sum nú hevur trý bein at standa á.
Sterkasta beinið í løtuni er alivinnan, sum frá juni 2013 til juni 2014 útflutti fyri tilsamans 2.598 milliónir krónur. Vøksturin er heili 20 prosent í mun til sama tíðarskeið árið fyri, og alivinnan umboðar nú 44 prosent av føroyska útflutninginum.
Uppsjóvarvinnan hevur eisini góðar dagar. Frá juni 2013 til juni 2014 útfluttu Føroyar fyri 1.644 milliónir krónur av uppsjóvarfiski (makreli, sild og svartkjafti) og talan er um ein vøkstur á heili 29,3 prosent, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Uppsjóvarvinnan umboðar nú 28 prosent av føroyska útflutninginum.
Triðja beinið er tann meira traditionella fiskivinnan. Frá juni 2013 til juni í ár útfluttu Føroyar botnfisk fyri 1.676 milliónir krónur. Her er talan um eina afturgongd í útflutningsvirði á 5,9 prosent, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Kortini umboðar botnfiskurin framvegis 28 prosent av føroyska útflutninginum, sum samanlagt táttaði í seks milliardir krónur, teir 12 mánaðirnar frá juni í fjør til juni í ár.
Í síni nýggjastu frágreiðing metir Búskaparráðið, at framgongdin í alivinnuni fer at halda fram. Við at vísa á lyklatøl frá vinnuni sjálvari sigur Búskaparráðið, at ”roknað verður við bæði methøgum nøgdum og methøgum prísum í 2014.”
Eisini er Búskaparráðið bjartskygd um gongdina í uppsjóvarvinnuni. Vísandi til lyklatøl frá vinnuni sjálvari roknar Búskaparráðið við at uppsjóvarvinnan tilsamans fer at útflyta fyri okkurt um 400 milliónir krónur meira í ár, samanborið við 2013.
Meðan framgongd framhaldandi er innan alivinnuna og uppsjóvarvinnuna, so roknar Búskaparráðið við, at útflutningsvirðið á botnfiski verður umleið tað sama í ár sum í fjør.
Les eisini: Løgmaður bjartskygdur um búskapin










