Útflutning til Russland og Euroasiatisku búskaparsamgonguna: Nýggj váttan

Síðani fyrstu avtaluna frá 2009 ið Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørdi við russiska stovnin Rosselkhoznadzor, hevur kravið frá russiskari síðu verið, at váttanir fyri fisk- og fiskavørur ið skulu útflytast úr Føroyum til Russland og Euroasiatisku búskaparsamgonguna, skulu verða undirskrivaðar av embætisdjóralækna. Embætisdjóralækni er djóralækna ið er í starvi á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, skrivar Starvsstovan á hfs.fo.

 

Fyri at betra um dagligu tilrættisleggingina við at fáa fleiri starvsfólk at kunnu undirskrivað váttanar – hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan í longri tíð arbeitt við at fáa góðkenning frá Rosselkhoznadzor fyri at eftirlitsfólk á matvørudeildini eisini kunnu undirskrivað váttaninar.

 

Rosselkhoznadzor hevur lagt ynskið fyri limalondini í Euroasiatisku búsksparsamgonguni. Seint í vár kom svar frá Rosselkhoznadzor, at ynski hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni var gingið á møti av øllum limalondunum í Euroasiatisku búskaparsamgonguni.


Nýggj heilsuváttan er nú gjørd og verður tikin í nýtslu í dag, 1 september 2021.

 

Við nýggju heilsuváttanini verða tað fleiri starvsfólk ið kunnu undirskrivað váttanir til Russland og Euroasiatisku búskaparsamgonguna. Hetta kemur at lætta um tilrættisleggingina av arbeiðnum nú váttanin ikki longur er bundin at nøkrum fáum embætisdjóralæknum.