Útbýggingin verður góð fyri Skansan

Skansin hevur ligið í vanrøkt í mong ár, men nýggja útbyggingin kann bjarga honum, sigur Andreas Mouritsen.

Skansin hevur ligið í vanrøkt í mong ár, men nýggja útbyggingin kann bjarga honum, sigur Andreas Mouritsen, ein av stigtakarunum til Facebook-bólkin, ið stuðlar útbyggingini av havnalagnum í Havn.

 

Í skrivandi løtu eru tey 1494, sum er ímóti útbyggingini og 1782, sum eru fyri.

 

- Eg haldi ikki, nógv teirra, ið eru ímóti hava veruliga sett seg inn í, hvør ætlanin er við Skansanum í nýggju útbyggingini, sigur Andreas Mouritsen og vísir á, at ætlanin er at fylla bergið, sum er um Skansan upp, at flyta grótkastið longur burtur frá Skansanum, og at bingjurnar, sum nú eru 30 metrar frá Skansanum, eftir útbyggingina vera 300 metrar burtur. Harumframt skal ein hugnaligur bátahylur liggja við síðunar av Skansanum, umframt at øll tunga ferðslan verður førd burtur frá Skansanum.

 

Andreas Mourtisen heldur, at landið als ikki hevur røkt sína skyldu, hvat Skansanum viðvíkur.

- Landið hevur ikki verið sína uppgávu vaksið at taka sær av Skansanum. Hann er farin fullkomiliga í vanrøkt, sigur Andreas Mouritsen, sum heldur at millum annað burdu kanónirnar verið varðveittar og settar í upprunaligan stand aftur.

 

Hvør endin so verður við verkætlanini, so fegnast hann um alt uppmerksemi, sum Skansin fær í dag.

- Tað, at Skansin soleiðis verður settur í fokus, ger vónandi, at Skansin verður eitt betri stað í framtíðini, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna við Andreas Mouritsen.