Triðja byggistig á Tórsvølli, ið fevnir um at nýggjan bygning til umsitingina hjá Fótbóltssambandinum og 900 áskoðarapláss undir taki við syðra enda á vøllinum, er í gongd, og hetta skal eftir ætlan standa liðugt á ólavsøku.
Nú er so farið undir fjórða byggistig eisini.
Fjórða byggistig á Tórsvølli fevnir um at útvega áskoðunum betri umstøður og at leggja alla eystaru síðu við vøllin móti høllini á Nabb, undir tak.
MAP Arkitektar fara nu undir at prosjektera útbjóðingartilfarið til hetta arbeiði, og eftir ætlan verður boðið út í apríl og vera liðugt í mai 2015.
Tá ið arbeiðið at gera fjórða byggistig er liðugt, manglar bara at gera vestaru síðu, har FSF heldur til í dag, lidna, og norðara endan við Fimi, lidnan.
Í næstum fara umboð fyri Tórshavnar Kommunu og Fótbóltssamband Føroya so undir samráðingar um eina tíðarætlan fyri hesi bæði seinastu byggistigini.
Øll hesi stig gera umstøðurnar á Tórsvølli nógv betri, eisini til at hýsa konsertir og annað.
|