Útbúgvingarfarloyvi við partvísari løn

Ein stórur fyrmunur, at arbeiðskraftin í einum landi er breitt kunnað, sigur Luitjen Apol, sum legði uppskot fyri tingið, áðrenn hann mátti fara úr tingsessinum aftur

Í viðmerkingunum til uppskot um útbúgvingarfarloyvi við partvísari løn, sigur uppskotsstillarin Luitjen Apol, at tað er alment viðurkent, at vinnulig framgongd ofta byggir á kunnleikan hjá teimum, sum starvast í vinnuni.

? So hvørt sum teknologiska stigið mennist krevst, at hvørt framleiðslulið kennir til grundleggjandi viðurskifti í framleiðsluni. Dømi um hetta er góð hagreiðing av fiski og fiskavørum, sum keypararnir í dag leggja stóran dent á.

? Tað er í hesum, at kappingin millum lond í framkomna heiminum stendur: at hava væl útbúgvið arbeiðsfólk og starvsfólk, sum fylgir við og er ført fyri at luttaka í framleiðslu á høgum teknologiskum stigi, sigur Luitjen Apol.


Økja produktivitetin

Og víðari sigur hann í viðmerkingunum, at annað er so tað, at fyri at vit skulu kunna hava hóskandi vørumenning og menning av tænastustøði, er brúk fyri, at tey sum virka í vinnuni, eru før fyri at verða við í prosessum, sum økja um produktivitet og góðsking av øllum slag.

? Aftrat hesum er tað ein stórur fyrimunur, at arbeiðskraftin í einum landi er breitt kunnað, fyri at verða før fyri at umstilla seg til onnur størv ella aðrar funktiónir, tá broytingar henda í vinnusamansetingini, verður sagt í viðmerkingunum at enda.