Útbúgvingar í Føroyum

Tað var tíðliga í 70 árunum at ein legði skriv fyri Landsstýrið um Frítíðarlóggávuna og tá legði grundarlag fyri skipan av F.U.R. og at vit fingu játtanir á løgtingsfíggjarlóg til Samskipan av Ungdómsfelagsskapum.

Tað var eisini tá ein arbeiddi fyri at øll lesandi skuldu fáa lestrarstuðul uttan mun til foreldrana inntøku, tá ið ein var virkandi í ungdóms- og frítíðarbólki Javnaðarfloksins.

Tað var tá lagt upp til at fáa skipað útbúgvingarnar í Føroyum, ístaðin fyri í Danmark og øðrum londum, ið gav fleiri fyrimunir. Teir vóru at hesi vóru tættari at familjum, vinum, kenningum, og tey høvdu frítíðarítriv við síðuna av, hvat ið vit síggja tey undir útbúgving hava kring landið.

Tað er av stórum týdningi at vit fáa tillagað útbúgvingarnar eftir tørvinum, og til tann føroyska arbeiðsmarknaðin, og annað virksemi kring landið. Tað kann ikki vera rættvíst at útbúgva 100 tals føroyingar til útflutning ið fara til Danmark og onnur lond, til víðari útbúgvingar, og hvar ið flestu ikki leita heim aftur til Føroya. Tað bleiv eisini lagt grundarlag fyri Bygdar- og ungdómshúsum og fígging av teimum til rakstur og viðlíkahald og til at skipa frítíðar undirvísing í kvøldskúlum kring landið.

Tað, sum síðan er hent, er at lesandi føroyingar fáa nógv minni í lestrarstuðli go tí hava fingið sær arbeiði við síðuna av lestnaði á hægri skúlum og lestrarstovnum ið ein hevur funnist nógv at. Tað er tí at hesi lesandi føroyingar lata seg brúka, sum eitt arbeiðsamboð hjá arbeiðsgevarum mótvegis arbeiðstøku/leysu, sum ein bílig arbeiðsmegi. Tað er uttan at vera undir ALS, Almannastovu ella í Løntakara/Fakfelag ein finst at í lesarabrøvum, og at hesir lesandi føroyingar fáa fríkort og tjena 15. til 17.000 kr. skattafrítt á hvørjum ári, aftur at lestrarstuðlinum.

Tað er órættvíst mótvegis arbeiðstøku/leysu undir ALS og Almannastovu og Avlamis og fólkapensionistum at lesandi føroyingar fá betri fíggjarlig kor at liva og virka kring landið.

Tað er órættvíst at hetta eisini er galdandi á øllum arbeiðsplássum, hvørs familjupolitikkurin í dag verður rikin kring landið, og hvørs hesi tí kunna skifta millum hægri skúlar/lestrarstovnar og arbeiðsplássini.


Hans Birgir Hansen


P. s. Lesandi føroyingar á hægri skúlum eru ein útreiðsla fyri føroyska samfelagið.