Herfyri var fyrsta byggistig av ellisheiminum, sum Kvívíkar kommuna fer at byggja í Leynum, liðugt.
- Arbeiðið hevur gingið væl, men hevur verið tarnað av koronu og nógva kavanum, sum lá síðsta vetur.
Tað siga tey í Kvívíkar kommunu, sum eru væl nøgd við arbeiðið, sum er gjørt av Sp/f Grettir.
- Vit takka fyri valaverk. Arbeiðið er væl frágingið og avhendað uttan manglar hin 1. desember í ár.
Sáttmálin millum Sp/f Grettir og Kvívíkar kommunu varð undirskrivaður hin 22. desember í fjør.
- Væntandi verður næsta byggistig, sum er sjálvur bygningurin, klárt at bjóða út tíðliga á vári í 2022, siga tey í Kvívíkar kommunu.