Útbjóðingartilfar til íbúðir á Løðhamri er nú klárt

- Vit vænta, at henda íbúðarverkætlan kemur at hava stóran týdning fyri økið á Løðhamri og fyri Vág.

Í Vágs kommunu vita tey nú at siga, at útbjóðingartilfarið til ætlaðu íbúðarbyggingina á Løðhamri í Vági er tøkt. 

 

Kommunan hevur samtykt at bjóða út vestara part av lendinum á Løðhamri til íbúðarbygging. 

 

Hetta er eitt øki á 3800 fermetrar, og í Vágs kommunu siga tey, at hetta verður størsta byggiverkætlan í Vági í nógv ár.

 

- Vit vænta, at henda íbúðarverkætlan kemur at hava stóran týdning fyri økið á Løðhamri og fyri Vág.

 

Í Vágs kommunu ynskja tey, at verkætlan á Løðhamri verður samansett við íbúðum í ymiskum støddum.

 

- Hetta ynskja vit fyri at tryggja, at byggingin verður so fjølbroytt og dragandi sum gjørligt, siga tey í kommununi.

 

Útbjóðingartilfarið í samband við ætlaðu íbúðarbyggingina á Løðhamri kann síggjast um heimasíðuna www.vagur.fo