Nakrar kommunur hava ikki rætt hond frá síðu til tess at ganga tørvinum hjá yvirlivandi og eftirsitandi á møti, heldur stuðulsbólkurin.
Tað eru framvegis fleiri, sum hvørki hava fingið sálarfrøðing ella kontaktfólk sjey mánaðar eftir álopini, sigur tjóðarligi stuðulsbólkurin.
Sambært einum av nevndarlimunum, Christian Bjelland, hava nakrar kommunur tikið uppgávuna í ramasta álvara, meðan aðrar ikki hava latið við seg komi.
Tað eru nakrar kommunur, sum slett einki hava gjørt. Vit skilja sjálvandi, at talan hevur verið um eina stóra avbjóðing, men vit kunnu ikki góðtaka, at tær ikki enn eru komnar á vøllin, sigur Christian Bjelland við NRK.
Fleiri enn túsund fólk eru beinleiðis tengd at terrormálinum. Umframt avvarðandi at teimum 77, sum mistu lívið, hava fleiri hundrað yvirlivandi AUF-arar og familjur teirra brúk fyri stuðli. Fleiri av teimum, sum vóru nærhendis stjórnarkvarterinum tá bumban brast, hava somuleiðis brúk fyri hjálp, skrivar VG Nett.
Men uppfylgingin er tengd at, hvar í landinum ein býr. Og tað er ikki nøktandiheldur vara heilsustjórin, Bjørn Guldvog.
Eg eri ikki nøgd, tá eg fái frágreiðingar frá stuðulsbólkinum um, at mong ikki fáa ta hjálp, tey hava fyri neyðini, sigur Bjørn Guldvog við NRK.
Í oktober lat Heilsumálaráðið eina kanning gera av psykososialu uppfylgingini, sum farin er fram í øllum raktu kommunnum.
Úrslitið vísti, at 20% av kommununum ikki høvdu gjørt sítt arbeiði nóg væl. Stuðulsbólkurin fanst eisini at kanningini og helt, at nógvar kommunur ikki høvdu fatað, hvat uppgávan gekk út uppá, skrivar VG Nett.