Utøya-offur vald í býráðið

15 av ofrunum á Utøya stóðu á vallistunum hjá AP til kommunuvalið, sum var í Noregi mánadagin. Og nú hevur veljarin heiðrað fleiri teirra við at velja tey inn í kommunustýri um alt landið. Postmortem.

18 ára gamla Bano Rashid (myndin) var ein av teimum 69 ungu, sum á ræðuligasta hátt vórðu skrykt burtur 22. juli. Valdagin vístu veljarar í Nesodden ein seinasta heiður til unga, myrda AP-politikaran, skrivar norska VG.

Við 150 persónligum atkvøðum varð Bano Rashid atkvødd frá 11. plássinum á listanum upp til eitt 5. pláss, og hevði harvið fingið sæti í kommunustýrinum.

Pápi Bano, Abobakar Rashid Mustafa, sigur við VG, at hann fegnast um stuðulin.

- Eg vildi bara ynskt, at Bano var her nú og kundi tikið ímóti øllum stuðlinum frá fólki í Nesodden, men tað er hon ikki. Eg taki øllum, sum hava sett kross sín við hennara navn. Familjan er sera fegin um ta umsorgan, ið fólk her hava víst okkum í tungu døgunum eftir 22. juli, sigur hann.

Starvsfelagin hjá Bano, Diedrik Aamod Olsen (myndin), misti eisini lívið á Utøya. Hann stóð sum nummar 22 á listanum hjá AP, men varð atkvøddur fram til sætta plássið, sum hevði givið sæti í kommunustýrinum millum tey níggju, ið eru vald fyri Arbejderpartiet.

Lara, ið er lítlasystir hjá Bano, og sjálv kom undan hópdrápinum á Utøya, hevur tikið yvir eftir systir síni sum leiðari av AUF í Nesodden. Bæði fyri hana og fyri pápan, sum er aktivur limur í AP, hevur tað havt týdning, at verið við í valstríðnum.

- Vit hava ført víðari dreymin hjá Bano um eitt gott val fyri AP í Nesodden. Vit hava fingið besta valið nakrantíð, sigur Abobakar Rashid við VG.