Tað er ongin loyna at oftani verða rúsevni tikin í tollinum, men tey tíðindini verða feiaði undir teppi, og skjótt gloymd. Vit halda at upplýsingin man fær um evni í Føroyum stórt sæð kann bólkast undir: “Rúsevni drepa, sig nei!”, og tað halda vit er skeivt. Vit pástanda ikki at rúsevnir ikki drepa, men at boðskapurin í heila tikið missur nógv trúvirðið, bara av at vera so konsekventur, tí tað er himmal víður munur millum rúsevni.
Um vit ikki upplýsa nóg væl, kann tað henda seg at onkur roynir t.d. methamfetamin í tí trúgv at tað hevur líknandi ávirkan og vandar sum rúsdrekka. Ella vit kunnu koma út fyri at ungdómur doyr tí hann tekur ekstasy og ikki veit at kroppurin krevur nógv vatn í einum tílíkum rúsi. Vit eiga at hava eina miðvísa og opna upplýsing ymsastaðni í samfelagnum, um hvat tey ymisku evnini beinleiðis eru, og hvat tey ikki eru, so fólk og serliga ungdómur veit heilt neyvt og vísindaliga hvørja ávirkan evnini tey kunnu møta hava, og hvørjir vandar tey kunnu hava við sær.
Ein annar trupulleiki er atgongd at rúsevnum. Vit meina at revsingar fyri at innflyta rúsevnir skulu avgerast eftir hvat vísindin sigur um rúsevni. Viðvíkjandi hørðum rúsevnum meina vit at revsingarnar eru alt ov lagaligar. Amfetamin er eitt av vanligastu rúsevnum í Føroyum, hóast tað er eitt av teimum vandamiklastu. Hetta er orsakað av skeivari løgfrøðiligari revsi raðfesting. Á tí økinum er einfalt hvat kann gerast. Revsingar fyri evnir sum amfetamin eiga at vera so harðar, at tað ongantíð kann loysa seg at royna at innflyta tað.