Jólini eru í nánd, og ikki óvæntað gevur hetta eisini hugflog til ymsa skrivstovuútgerð frá gadgets.dk. Millum annað ber nú til at keypa sær eitt lítið jólatræ, sum lýsir, tá tað verður sett til USB-portrið á telduni. Fyri tær 99 krónurnar, sum træið kostar, fæst eisini jólapynt, sum kann klippast út, áðrenn tað verður hongt á træið, og so skuldi av álvara verið klárt til jólamánaðin.