Trífaldi olympiski sprintmeistarin úr Jamaika, Usain Bolt fer nú í eitt styttri tíðarskeið at royna seg í einari aðrari ítróttargrein. Usain Bolt hevur ongantíð dult, at hann heldur við Real Madrid í fótbólti, og at hann kundi hugsað sær at vant við Real Madrid
Leiðslan í Real Madrid hevur sent Usain Bolt eina innbjóðing til at koma og venja við besta liðnum hjá Real Madrid. Og í nærmastu døgum fer Heimsins skjótasti maður at venja við spælarunum hjá Real Madrid.
- Eg gleði meg sera nógv. Eg havi altíð hildið við Real Madrid, og mín yndisspælari er Ruud van Nistelrooy. Eg dugi ikki líka væl at spæla fótbólt, sum teir. Men teir kunnu bara spæla langar bóltar niðan eftir vøllinum, so skal eg nokk fáa fatur í teimum. Sigur Usain Bolt við spanska ítróttarblaðið, Marca.










