Hálvfinalurnar í 200m renningini verður í kvøld. Usain Bolt er favorittur at vinna. Hann skal tó fyrst koma í finaluna, sum verður í morgin.
- Fyrr var Bob Marley okkara stóra hetja, men nú er tað Usain Bolt, segði ein eldri maður úr Jamaika við danska TV2.
Tað sigur ikki so lítið um týdningin heimsinsskjótasti maður hevur fyri sítt heimland, sum í ár hevur verið sjálvstøðugt í eina hálva øld.
Hálvfinalurnar byrja klokkan 20.10. Størsti avbjóðarin hjá Usain Bolt, landsmaðurin Yohan Blake, er í fyrsta riðli, meðan Usain Bolt er í øðrum riðli.
Finalan í 200m renningini verður í annaðkvøld klokkan klokkan 20:55.










