Usain Bolt heldur fram til 2017

Heimsins skjótasti maður, Usain Bolt, sum eigur heimsmetini á bæði 100 og 200 metra teinunum í kapprenning, boðaði herfyri frá, at hann ætlaði sær at gevast sum rennari aftan á olympisku leikirnar í Rio í Brasil í 2016.

Nú hevur hann tó skift hugsan og sigur seg hava hug at taka eitt ár aftrat, so hann ikki fer at gevast fyrr enn í 2017, tá heimsmeistaraheitið í frælsum ítrótti verður í London.

– Fjeppararnir siga alla tíðina við meg, at eg skal blíva við, so nú haldi eg, at eg fari at taka eitt ár aftrat, og venjarin hjá mær heldur eisini, at tað kann eg saktans gera, sigur Usain Bolt í samrøðu við BBC.

27 ára gamli rennarin av Jamaica skal eisini næsta ár royna seg í Commonwealth Games, ið verða í Glasgow í Skotlandi, og tað sigur hann seg gleða seg til, tí hesar leikirnar hevur hann ikki roynt áður.