Heimsmeistaraskapurin í frælsum ítrótti, sum verður í London í august, verður seinasta høvi at síggja heimsins skjótasta mann, Usain Bolt, áðrenn hann gevst.
Usain Bolt hevur leingi sagt, at hann ætlar sær at gevast, tó hevur verið óvist nær. Men sambært BBC er nú staðfest, hann biður ítróttaheiminum farvæl eftir heimsmeistaraskapin í London.
Usain Bolt er 30 ára gamal og hevur heimsmetið í millum annað 100 og 200 metra renning.
Heimsmeistaraskapurin í frælsum ítrótti verður í London frá 4. til 13. august.