USA vil samstarva við Føroyar um fiskivinnu

Amerikanski uttanríkisráðharrin fegnast um at USA og Føroyar eru farin undir formligt samskifti um samstarv

Vit hava havt eittt lívligt kjak, har vit hava tosað um nógv ymisk viðurskifti, sum vit, hvør sær høvdu upp á hjartað.

Tað segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, eftir fundin hann hevði við danska uttanríkisráðharran og landsstýrismenninar í Grønlandi og í Føroyum, Jenis av Rana.

Á tíðindafundi eftir sjálvan fundin, fegnaðist Pompeo um, at Føroyar og USA nú eru farin undir eitt formligt samskifti um størri samstarv. Hann nevndi, at tosað verður um størri handilsligt samstarv ímillum Føroyar og USA, men hann tosaði eisini um at skipa eitt størri samstarv um eina »sunna« fiskivinnu.

 Fyrr í dag segði Jenis av Rana, at endamálið er at umboð fyri myndugleikarnir í USA og í Føroyum, seta seg saman og orða eina samstarvsætlan fyri tey, økið, ætlanin er at samstarva um, bæði vinnulív, ferðavinnu og mentan.