Amerikanski forsetin Donald Trump vil ikki útiloka møguleikan fyri, at USA fer at brúka hermegi móti stjórnarherdeildunum hjá sýriska forsetanum Bashar al-Assad, aftaná at stjórnarherdeildirnar um vikuskiftið blivu ákærdar fyri at hava brúkt kemisk vápn í einum álopi á sýriska býin Douma, ið er undir ræðnum hjá uppreistrarbólkum. Sambært hjálparfelagsskapum í økinum, doyðu 60 fólk í álopinum, meðan umleið 1000 fólk vórðu løstað. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Á tíðindafundi í dag upplýsti forsetin, at í løtuni verður arbeitt við at finna út av hvør hevur ábyrgdina fyri álopið, og nevndi Sýria, Russland og Iran sum møguleikar.
- Vit taka tí avgerðina sera skjótt, væntandi seinni í dag. Men vit kunna ikki loyva ræðuleikum sum hesum, segði Donald Trump,
Spurdur beinleiðis um brúk av hermegi var ein møguleiki, var svarið hjá forsetanum stutt og greitt.
- Einki er útilokað, var svarið frá amerikanska forsetanum.
Tað var eisini boðskapurin hjá amerikanska verjumálaráðharranum Jim Mattis, tá hann fyrr í dag bleiv spurdur, um USA møguliga fer at brúka hermegi, so sum luftálop, móti sýriskum stjórnarherdeildum.
Amerikanski verjumálaráðharrin nýtti eisini høvi at finnast at leiklutinum hjá Russlandi. Í 2014 gjørdu Russland og USA eina avtalu, ið skuldi tryggja, at sýriska stjórnin oyðilegði øll kemisk vápn. Ein avtala, ið nú tykist at verða brotin.
- Tað fyrsta vit muga fáa greiðu á er, hví kemisk vápn enn verða brúkt, tá Russland lovaði at beina fyri øllum kemiskum vápnum. Í samstarvi við okkara sameindu og samstarvsfeløgum frá Nato til Katar og aðrastaðni, fara vit at hyggja at hesum viðurskiftum, endurgevur Reuters verjumálaráðharran fyri at hava sagt á einum fundi í Katar.
Sýriska stjórnin avvísir, at stjórnarherurin hevur brúkt kemisk vápn, meðan russiski uttanríkisráðharrin Sergei Lavrov kallar ákærurnar fyri falskar.